Innrita

Søga

Søga

Tað var hin 20/3 1973 at Henning og Lena Joensen í Vági, fóru undir at handla. Tað varð byrjað í smáum heima við hús og seinni í grannahúsinum. Fyritøkan vaks smátt um smátt og tørvurin á vørunum, sum tey seldu var stórur.

Tey keyptu Krambúðina hjá Christensen framvið høvuðsvegnum í Vági tann 3/11 1979. Umstøðurnar vórðu nú væl betur – størri høli og góð staðseting fyri ein handil. Men kortini vóru tey noydd at hava goymslu aðrastaðni.

Eftir nøkur ár fóru tey undir byggja nýggjan handil á sama stað. Handilin stóð liðugur 28/11 1983. Nú vóru bæði handilsumstøður og goymsluumstøður væl betur.

Vágs Litbúð hevur frá byrjan selt máling og gólv, og alt sum har til hoyrir. Umframt hevur handilin selt køkar, búnýti og gávulutir, vaskievni o.m.a.

Eftir knøpp 45 ár á baki er handilin millum teir elstu í Vági og kann framvegis veita eina góða vøru og holla rágeving, sum vit altíð hava gjørt.

  




UPPLATINGARTÍÐIR

             
             Mánadag-Fríggjadag   kl.09.00 - 12.00   13.00.17.30
             
               Leygardag                   kl.10.00 - 13.00